Sitemap: Home
Tak lut í Faroe Business Report 2010 Print E-mail
Written by The Editor   
Tuesday, 17 November 2009
NOVEMBER 2009. Vit eru stolt av at kunna bjóða út­flutn­ings­fyritökum og stovnum ið umboða Föroyar úteftir at taka lut í Faroe Business Report 2010. Aftan á at FBR 2009 varð avlýst orsakað av óvissum ið gjördu tað ómöguligt at tryggja eina nöktandi útgávu, eru vit nú tilreiðar at halda fram við hesum týdningarmikla árliga tiltaki.

Saman við viðskiftarum og samstarvsfelögum kunnu vit uttan iva hækka tað annars longu virda dygd­ar­stigið í FBR enn meira. Ikki minst av tí at okkara starvslið hetta seinasta árið hevur nomið sær ökta yrkisliga og akademiska útbúgving innan fyrst og fremst virkissamskifti, almenn mál, og altjóða marknaðarföring.

Virkir og stovnar hava alt at vinna við at gagn­nýta FBR. Hetta er ein skilagóður og bú­skap­ar­liga muna­dyggur máti at tryggja at vinnusögur knýttar at Föroyum verða bygdar upp og hildnar livandi mitt í meldrinum av skiftandi tíðum.

FBR hevur leingi vakt ans og áhuga millum útlendskar lesarar. Einki annað árligt tíðarrit hevur sum FBR víst á og sagt frá hví föroyskar fyritökur og teirra vörur og tænastur kunnu vera verdar atlit, umhugsan og samhandil — og hví tær eisini kunnu vinna álit og fóta­festi millum viðskiftarar.

 
< Prev   Next >
ISSN 1903-1181 | Faroe Business Report (Online) | The International Review of Faroe Islands Industry and Trade
© 2005-2009 PRnewsMedia.com -- North Atlantic Information Services Spf (NAIS) -- All Rights Reserved