Sitemap: Home
Ársins hövi til at fáa út góða og hóskiliga kunning bæði á prenti og á netinum Print E-mail
Written by The Editor   
Wednesday, 13 January 2010
JANUAR 2010. Gott nýggjár! So skriva vit 2010 og tað merkir at nú er skjótt tíð til at hugsa um 2010 útgávuna av Faroe Business Report.

Uttan mun til hvat sagt verður yvirhövur um fíggjarvánir og annað, so er lítil ivi um at altjóðagerðin steðgar ikki upp, heldur tvörtur ímóti. Hetta merkir at fyri fyritökur og stovnar hevur týdningurin av at gera brúk av góðari og hóskiligari kunning ongantíð verið störri enn nú.

Internetið er sjálvandi við til at framskunda hesa gongd, og at gagnnýta netið skilagott er vorðið avgerandi í flest öllum vinnugreinum.

Fyri mong gevur Faroe Business Report júst hövi til at fáa út góða og hóskiliga kunning bæði á prenti og á netinum.

Vit prenta minst 4.000 eintök, sum verða distribuerað í samstarvi við Uttanríkisráðið og onnur, ikki minst í sambandi við messur, ráðstevnur, vitjanir og tiltök av diplomatiskum slag. Innihaldið í tí prentaðu útgávuni verður eisini lagt út á internetið, her á www.FaroeBusinessReport.com, og vit hava havt góð úrslit á Google — ofta koma greinar sum standa í Faroe Business Report ovast á listan tá man leitar við aktuellum lyklaorðum. Royn einaferð!

Faroe Business Report hevur lesivert innihald fyri fólk við vinnuligum áhuga fyri Föroyum og er tí høgt í metum millum teirra. Vit venda okkum fyrst og fremst til handilssambond hjá föroyskari útflutnings- og tænastuvinnu, við öðrum orðum: stjórar, innkeyparar, ymiskir leiðarar og tey ið taka avgerðir innan fyritökur og stovnar umframt onnur við áhuga tengdum at hesum — t.d. íleggjarar, journalistar, og fólk ið starvast innan ymiskar almennar myndugleikar.

Lat okkum frætta aftur frá tykkum sum skjótast, um tit vilja tryggja tykkum pláss í ársins útgávu.

Meira kunning (PDF):
"FBR 2010. Meira umráðandi nú enn nakran­tíð at samskifta sannförandi."
Prísir v.m. (PDF): "Ódýrt miðlapláss."
 
< Prev   Next >
ISSN 1903-1181 | Faroe Business Report (Online) | The International Review of Faroe Islands Industry and Trade
© 2005-2009 PRnewsMedia.com -- North Atlantic Information Services Spf (NAIS) -- All Rights Reserved